BETRI Vetrarkappingin avgreidd í køldum góðum veðrið

09 mar 2019

Í dag var sjeynda av teimum í alt 9 vetrarkappingunum, ið Frælsur Ítróttur í Føroyum skipar fyri, avgreidd í køldum góðum veðrið í Trongisvági. BETRI Vetrarkappingini ið avgreidd var ídag, verður eisini nevnd VK-7, og var Hvistan vertur fyri kappingini.

Um 40 luttakarar høvdu lagt leiðina til Stórá í Trongisvági, har kappingin í dag bleiv avgreidd.
Veðrið var kalt, men turt við lítlum loti, tá ið kappingin bleiv avgreidd. 

Teinurin er um 9 km, men ein til tíðir sindur harður túrur, tí frá byrjanini og heilt niðan til Sterling, er líðandi mótbrekkan, men sum so eisini gevur eina langa og góða undanbrekku, tá ið runnið verður oman aftur á vegnum við Rangá.

Úrslitini eru longu tøk, og síggjast tey her: 

Úrslitini frá BETRI Vetrarkappingini VK-7 2019 í Trongisvági