Ítróttarsamband Føroya 80ár

04 apr 2019

Í dag hátíðarheldur Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) sín 80ára stovningardag, við millum annað ymiskum tiltøkum kring landið. Hvistan verður eisini við...

Tað eru í dag 80 ár síðani, at Ítróttarsamband Føroya, sum er ovasti mynduleiki fyri ítróttin í Føroyum, sá dagsins ljós. 
Felagsskapurin er samanrenning fyri nógvar ymiskar ítróttargreinar, og tí eisini fyri okkum í Hvistuni, ið er partur av Frælsum ítrótti í Føroyum. 

Í dag hava nøkur av limafeløgunum í ÍSF skipa fyri tiltøkum, og ætla vit í Hvistuni eisini at gera okkara, men verður tað seinni, tí nógvir av limum okkara eru ávegis til Berlin 1/2marathon, nú føðingardagurin hjá ÍSF er.

Vit í Hvistuni ynskja Ítróttarsambandi Føroya hjartaliga til lukku - og okkum føroyingum við.