Væleydnaður aðalfundur: Hvistan

13 apr 2019

Hóskvøldið 11. apríl, var aðalfundur í Hvistuni. Nógv fólk var møtt, og lagið var gott á fólki, sum eisini umrøddu sera áhugaverd mál.

Eini 20 fólk vóru møtt, tá ið Rørslufelagið Hvistan hevði aðalfund í Marghøllini hóskvøldið 11. apríl.

Á skránni fyri fundin, var framløga av roknskapi, val til nevnd, innkomin mál og annað.

Eitt sum var nógv umrøtt, var hvussu grundarlagið undir Hvistuni er styrkt, og at Hvistan er vorðin alt meira sjónlig í Suðuroynni, men eisini til tiltøk kring oyggjarnar og eisini uttanfyri landoddarnar. 

Roknskapurin var góðkendur og umrøðan um hvussu felagið kann koma enn longri, við eitt nú at skipa barnavenjingar fekk nógva umrøðu, og er longu sett gongd á tað arbeiði. 

Meira verður at hoyra um aðalfundin ein av komandi døgunum...