Rørslufelagið Hvistan - nú HVISTAN

17 apr 2019

Á aðalfundinum hjá Rørslufelagnum Hvistan, ið var hildin í seinastu viku, vóru fleiri áhugaverd mál á skránni, og longu nú eru nøkur av hesum við at síggjast og taka skap.

Tá ið aðalfundurin í Rørslufelagnum Hvistan, sum var hildin hósdagin 11. apríl í Marghøllini, vóru fleiri mál á skránni, bæði sum krav er til aðalfund, men eisini mál sum vóru send inn. 

Eitt av teimum málunum, ið vóru send felagnum áðrenn aðalfundin, var málið um navn felagsins.
Síðani felagið bleiv stovnað, hevur navnið verið Rørslufelagið Hvistan, men sum uppskot til aðalfundin at taka støðu til, var at broyta navnið til Hvistan. 

Orsøkin til innkomna mál, var at felagið er vorðið alt meira sjónligt og virki seinastu árini, og tí er bæði navn, litur og navnið eisini meira kent, bæði í Suðuroynni, men eisini aðrastaðni kring landi.
Aðalfundurin avgjørdi tí, at ganga umsóknini um navnabroyting á møti, og tískil verður felagið nú nevnt Hvistan og vísur virksemi felagsins til heimasíðuna www.hvistan.fo 

Tá ið nevndarval var á skránni, tóku tey ið stóðu fyri vali við afturvali, og bleiv nevndin tískil óbroytt eftir aðalfundin, men ynskti at styrkja seg við einum limi afturat, av tí at fleiri av limunum hava skiftandi arbeiðstíðir og uppgávur, at ikki altíð er møguleiki at møta til fundar. Tí eru 6 fólk nú knýtt at nevndini í Hvistuni.