Tilboð til børn og ung, við ungum venjarum

18 apr 2019

Hvistan fer nú at bjóða eitt barna og ungdómstilboð, til teirra, ið hava hug at halda seg í gongd við rørslu. Við tveimum ungum venjarum, verður møguleiki at renna, styrkivenja, kasta, loypa oa.

Hvistan vil nú royna, at vita um børn og ung í Suðuroynni, hava hug at royna seg, innan eitt nú at renna, hoppa, kasta og annað, ið knýtir seg at frælsum ítrótti.

Tiltakið ið Hvistan fer undir, er ætla børnum úr 9ára aldri upp í 17ár, har tað verur skipa fyri einari venjing um vikuna, við renning, styrki og øðrum.

Hvat væntast av børnunum?
Ætlanin er so, at børnini og ungdómurin, ið meldar til, fær Hvistu t-shirts, og soleiðis kann umboða Hvistuna til kapping á Tórsbreyt. Kappingarnar á Tórsbreyt eru í ymiskum greinum, og er ynski hjá Hvistuni, at hava umboð til kappingarnar, og einki meira enn tað, so ØLL kunnu vera við.

Nær eru kappingarnar?
Kappingarnar liggja 18. og 25. mai og eru nevndar  "BETRI Stórkapping" 1 og 2. Tann seinasta og 3. kappingin verður 15. juni.

Hvørjir eru venjararnir?
Hvistan er sera fegin um, at tað hevur eyðnast okkum at fingið tveir ungar venjarar, til at byrja hesa verkætlan við okkum, sum byrjar nú eftir páskir, og heldur á til 15. juni, við einari venjing um vikuna - ið hvussu er at byrja við.
Venjararnir eru: 


Óðin Katrinarson Johansen

Ester Andrésdóttir Johannessen.

Bæði eru tey rættuliga virkin innan ymiskan ítrótt og gleða tey seg at koma ígongd, við at royna at fáa nøkur børn og ung til at umboða Hvistuna.

Ókeypis tilboð og eisini royndar og kunningartími:
Leygardagin 20. apríl kl. 11.30-12.00 verður kunning um hetta tilboðið, og verður tað í Marghøllini í Vági, har venjara umboð og umboð fyri Hvistuna eru til staðar og kunna heilt stutt um hvat hetta snýr seg um, og hvat væntast at teimum, ið melda seg til.