Flaggdagshald, gongu-, rennitúrur, heitur pottur oa.

22 apr 2019

Hósdagin 25. apríl er flaggdagur, og vit standa saman og hátíðarhalda okkara egna Merkið. Hvistan ger nógv burturúr og skráin sæst her...

12.50 Hittast í Bønhúsinum í Øravík, kunning og felagssálmur
  
13.00
Gongufólk fara til Fámjin (frá Bønhúsinum)


13.00-16.00
Heitur pottur og sauna er opið (byrja vónandi kl. 12.00)
 
13.00-16.00
Havdypp er í Fámjin (fólk kunnu fáa vegleiðing og royna at havdyppa)


13.40
Rennarar fara til Fámjin (frá Bønhúsinum)

Í Fámjin er alment wc, har brúsur eisini eru, so frálíkir møguleikar at vaska sær aftaná túrin úr Øravík, svimjitúrin á sjónum, ella heita pottinum og saunanum. 
 
15.00 (DAGFØRT)
Flaggdagsrøða við Jens av Rana løgtingsmanni