Flaggdagshald, við gongu- og rennitúri, umframt havdypp og heitum potti

25 apr 2019

Tað var heilt fitt av fólki møtt í Bønhúsinum í Øravík seinnapartin, tá ið kunna bleiv um flaggdagshaldi í Fámjin, umframt eisini um gongu- og rennitúrin, og tilboðini í Fámjin. Áðrenn fari var avstað, bleiv sálmurin: Faðir fylg mær henda dag, sungin.

Tað var gott veður, tá ið fari var úr Øravík ídag, men tá ið flestu teirra, ið annaðhvørt gingu ella runnu, vóru komin niðan móti Ørðaskarði fór at regna av grimd, men av tí at tað var so lýtt, so bilti ikki, og flest allir av teimum útvið 50 luttakarunum gjøgnumførdu túrin. 

  

Tað vóru luttakarar í øllum aldursbólkum, ið vóru við á ferðini í dag. 

Eyðkendi reyðin búnin, ið Hvistan hevur sum sín felagslit, sást væl ídag, nú Hvistan hevur fingið nýggjan búna.

Í Fámjin var heitur pottur og sauna til teirra, ið høvdu hug til tess, eins og at Havdypp var og vegleiddi teimum, ið høvdu hug til at fara ein túr á sjógv, og vóru tað fleiri ið royndu hesar møguleikarnar.

Til sjálvt flaggdagshaldi var tað Tvøroyrar Hornorkestur ið spældi, og tingmaðurin Jens av Rana ið førdi fram røðu, og vóru heilt nógv fólk komið at lýða á, og eisini høvdu fleiri ið hava og koyra motorsúkklu, lagt leiðina til Fámjins ídag.
Aftaná røðu og tónleik, var boði til kaffiborð í bygdarhúsinum í Fámjin.