Frælsur Ítróttur í Føroyum FÍF - havt aðalfund

03 mai 2019

Sersambandið fyri frælsan ítrótt í Føroyum hevði í gjár aðalfund. Hvistan sum er partur av FÍF var eisini við á fundinum.

Aðalfundurin hjá FÍF (frælsum ítrótti í Føroyum) liggur á hvørjum ári í apríl ella mai mánaði, og hóskvøldið 2. mai var so fundurin hildin í ÍSF-húsinum í Havn. 

Á skránni til fundin var formansfrágreiðing, fíggjarstøða og onnur mál ið viðfarast teimum, ið íðka ella eru virkin á annan hátt innan frælsan ítrótt í Føroyum. 
Øll seks feløgini kring landið vóru umboðaði, og var jaligir tónar á fundinum frá byrjan til enda. 

Eisini var nevndarval á skránni, og vóru nýggj andlit at síggja, nú tveir av limunum takkaðu fyri seg.