Hvistan Ung - við á fyrsta sinni

19 mai 2019

Hvistan var í gjár á fyrsta sinni, við til kappingin á breyt, ið var hildin á Tórsbreyt. Hesi ungu hava einans vant síðani á páskum, men kortini smæddust tey ikki burtur til kappingina í gjár, og onkur heilt góð úrslit vóru eisini.

Tórsbreyt var karmur um kapping á breyt í gjár, og Hvistan hevði 7 luttakarar við, ið vóru í aldrinum 9-13ár. Hetta er fyrstu ferð at Hvistan er umboða til slíkar kappingar, og tað var sjálvandi gleði millum hinar íðkarnar og fyriskiparar at Hvistan nú endiliga var við.

Væntanir og úrslit?
Umrøtt var áðrenn leiðin lá norður til Havnar, at bara tað at luttaka var ein sigur í sjálvum sær. Men bæði undan kappingardegnum, sama morgun og eisini til kappingarnar sæst at tey ungu vóru eitt sindur fjálturstungin og spent. 
Men hóast onkur ikki kom um málstrikuna, og onnur blivu yvirhálaði og aftur onnur, veruliga tóku seg heilt fram í oddin, so var dagurin sera góður. Vit vóru við, vit vóru sjónlig, vit lótu okkum ikki alt ov nógv órógva av manglandi venjing, ella at onnur vóru størri, skjótari ella sterkari, men vit gjørdu øll okkara besta og tað er tað mest týdningarmikla.
 

Men hvørjar greinar vóru at luttaka í?
Til hesa okkara fyrstu kapping, høvdu tey ungu møguleikar at velja seg inn á ymiskar kappingar. Øll luttóku í renning, sum í gjár vóru í 100 og 600 metrum. 
Eisini var kappast í bóltkasti, hæddarlop, klingrukast og trýstøkk.

Komandi kappingarnar verða 25. mai og 15. juni, og vónandi síggjast okkara Hvistur eisini til hesar kappingarnar.

Fleiri myndir av kappingunum í gjár, síggjast á heimasíðuni hjá Hvirluni