Nýggj ferðaætlan leygardagin 21. septembur

07 sep 2019

Føroya Sunnasta 1/2marathon nærkast, og fyrireikingarnar eru í gongd. Men nakað er, hjá teimum ið ferðast skulu suður til Suðuroyar, at leggja til merkis í sambandi við siglingina. Fríggjadagin 20. septembur siglur Smyril suður kl. 13.00 og 18.45.

Tað sum er týdningarmikið hjá teimum vitjandi, ið koma suður til okkara tiltak, er at túrurin, sum áður var leygarmorgun kl. 07.00 verður IKKI SIGLDUR!

Tískil mugu luttakararnir koma suður fríggjadag, um teir ynskja at luttaka í ársins Føroya Sunnasta 1/2marathon. 

Tí er okkara áheitan á øll, ið hava melda til, ella ynskja at melda til, at kaga gjølla at ferðaætlanini, soleiðis at ein ikki gerst ørkymlaður av hesari støðuni.

Vit fara uttan iva, at kunna meira um hetta, og hvat tey vitjandi, ið koma suður fríggjadag, so kunnu gera, síggja, uppliva, eta og gista, soleiðis at tiltakið ikki bert gerst ein túrur, ið bara skal gjøgnumførast, men heldur ein hugnalig og fjálg uppliving í Suðuroynni :-)