Kirkjurenning á ársins seinasta degi...

30 des 2019

Seinastu árini, ja síðani 2010 hevur Hvistan skipað fyri Kirkjurenning nýggjársaftansmorgun. Hetta tiltakið er hugnaligt rørslu tiltak, har tað at fáa frískaluft, og vera saman við øðrum er endamálið.

Kirkjurenning sum heiti er, er kanska nakað misvísandi, tí ætlan er at luttakararnir bæði kunnu renna, súkkla, trilla, ganga ella ein samanrenning av øllum hesum.
Vit byrja kl. 10.00 við Vágs kirkju, og eftir eitt sálmaørindi, liggur leiðin til Porkeris og so inn aftur til Vágs. 
Aftaná tiltakið, verður boðið til morgunmat í Vági, har bæði luttakarar til tiltakið og eisini gestir í vitja oynna koma saman til hugna, prát og mat.