Runnu Suðuroynna og luttóku í Tykisrenning

12 apr 2020

Leygardagur reyði, ella páskaaftan valdu fleiri rennarar úr Hvistuni, at luttaka í fyrstu Tykisrenningini, sum Frælsur Ítróttur í Føroyum (FÍF) skipaði fyri. Endamálið við Tykisrenningin, var at fáa fólk út at røra seg, halda fjarstøðu, men samstundis eisini kappast, senda myndir inn, gera samrøður í meðan fólk vóru á ferð.

Tykisrenningin sá út til at hava stóra undirtøku, tí fleiri enn 200 høvdu melda til, tó ikki øll ynsktu at verða uppringdi ella sendu myndir inn, so vóru tey tó ígongd.
Hjálparfólk - spritt og so ein vatnsopa

Hvistan hevði tikið stig til at fáa limirnar út at røra seg, og tóku nøkur stig til at royna at renna Suðuroynna úr enda í annan, og var tí fari avstað úr Sandvík kl. 09 og lá leiðin suður yvir, móti Akrabergi. 

Á leiðini suður, løgdust eisini aðrar hvistur afturat, men í tryggjari fjarstøðu, eins og at fleiri ferðir á túrinum, blivu hendur sprittaðar, tá ið hjálparfólk komu á leiðina.

Tað hugaliga er, at nógv vóru úti og rørdu seg. Fleiri eru komin ígongd aftur, eftir steðg í hvistufelagsskapinum í eina tíð, og so vóru eisini fleiri ið fingu rættuliga nógvar kilometrar í beinini, hóast tað var rættuliga vátt, stóran part av leygardegnum. 


Rennararnir ið byrjaðu í Sandvík fingu eisini nógvar kilometrar lagdar afturum, har ein mátti steðga við 33km, tvey komu uppum teir 47 og ein megnaði at renna av og tískil koma uppum teir 50, so tað má sigast at vera flott.

Hvistan ynskir við hesum, at ynskja tykkum øllum einar Gleðiligar og friðsælar páskir.