VANGAMYND: Anna Kathrina Næs

09 mai 2019

Undir heitinum VANGAMYND, fara vit á heimasíðuni at spyrja limir í Hvistuni nakrar spurningar, ið snúgva seg um rørslu, mál og annað.

Hvat gevur ein felagsskapur, sum Hvistan tær?

Komin at kenna nógv fitt fólk, og at verða saman við teimum til ymisk tiltøk, tað sera góða humørið og positivi andin.


Hvat var torførast við at byrja í Hvistuni?

At møta upp til renning, saman royndum rennarum, og at yvirvinna meg sjálva. Tað at tora at renna saman við teimum, fann tó skjótt útav, at tað var ikki so torført sum eg hevði vænta.

Hvussu merkir tú, at tú hevur rørslu, sum ein part av degnum?

Merkist fantastiskt, eri so nógv betur fyri eftir túrin, bæði psykiskt og fysiskt.

 

Hevur tú sett tær eitt mál við renningini?

Ja, ½ marathon í Berlin, og klárði tað super :-) Ætli at halda á við at seta mær mál, næsta verður ROYAL RUN.

 

Er onkur hending, sum hevur verið sera stuttlig at uppliva í Hvistuni?

Berlin túrurin var fantastisk uppliving, saman við 20 Hvistum, tá vit gingu nakrar ferðir skeivt (viltust tó ikki) ;-) :-)