Heilsutúrarnir góða undirtøku...

16 nov 2020

Seint í summar byrjaði Hvistan við heilsutúrum 14. hvønn dag. Ætlanin var at fáa enn fleiri virkin, og hevur hetta eydnast sera væl. Handlar og fyritøkur í bygdini hava stuðlað sera væl...

Heilsutúrarnir hava verið fyriskipaðir leygardagar, og við 14. døgum ímillum. 
Byrja og enda verður í sama stað, men eru túrarnir skipaðir á tann hátt, at tá ið farið verður avstað, so er ein ígongd í 15minuttir, og eftir 15minuttir, verður vent og leiðin liggur aftur til har tiltakið byrjaði. Soleiðis eru øll virkin í 30minuttir, men rættuliga ymiskt er, hvussu langt ein kemur á súkklu, ella trillandi, og um ein eitt nú rennur. 
Tað eru tveir túrar eftir í ár, og so verður gjørt enn meira burturúr, tá ið NISSURENNINGIN verður um hálvan desembur.