VK-7 (Betri vetrarkappingin) verður í Vági sunnudagin 13. mars

03 feb 2022

Eins og undanfarin ár so er Hvistan vertur til VK-7 sunnudagin 13. mars og í ár verður runnið í Vági. Teinurin, ið runnin verður er eins og hann var seinast runnið var í Vági.

Vaksin:
Runnið verður frá Vágshøll út gjøgnum bygdina, út á Nes, niðan gjøgnum Nes og vestur eftir ovaravegi (asfalt/grús) til bóndagarðin oman aftur í bygdina, vestur eftir vegnum omanfyri skúla og til Bethel, á høvðusvegin beint vestur til Vágshøll. Teinurin er 8,7 km
 
Børn:
Runnið verður frá Vágshøll  – Tríkantin – vatnið og aftur vatnið. Teinur 3,2 km

Tilmeldingin er nú klár og kann hon gerast HER!