Venjingar


Hvistan skipar fyri venjingum bæði í Trongisvági og í Vági
Øll kunnu luttaka til venjingarnar í Hvistuni - tí endamálið er jú rørla, hvørjum enn støðið og formi ein er í.
Seinastu árini eru alt fleiri og fleiri vorðin virkin í Hvistuni, har reyði felagsliturin er vorðin meira sjónligur og eisini virkin bæði til gongu-, renni-, súkklu og fjallatúrar, og til ymiskt fjølbroytt og spennandi tiltøk.
Sí nærri um hvar og nær venjingarnar eru, undir teigunum til høgru.