Søgan
Hvistan er felagið fyri frælsan ítrótt í Suðuroynni
Felagið kallaðist fyrstu 15árini Rørslufelagið Hvistan, men tá ið felagið rundaði tey 15árini skeyt nevndin upp, at felagið skuldi broyta navn til Hvistan.
Hvistan er virki í Suðuroynni, bæði við regluligum venjingum og ikki minst við tiltøk.
Á hvørjum árið er Hvistan vertur fyri VK-7, ið er vetrarkappingin hjá Frælsum Ítrótti í Føroyum. Hetta tiltakið er annaðhvørt ár í Trongisvági og í Vági.
Seinastu árini er 1/2marathon tiltakið hjá Hvistuni blivi eitt hitt stórsta tiltakið hjá felagnum:
Ein tanki bleiv til veruleika...
Tað var eitt prát um, at Hvistan átti at havt sítt egna 1/2marathon, og so var tankin sáddur, og skjótt spíraði...
Klaksvíkssjingurin Eyðbjørn Jacobsen sniðgav búmerkið, ið vísir ein fót, ið júst er ein av høvðusamboðunum, tá ið ein skal klára at flyta seg teir 21,1km.
Føroya Sunnasta 1/2marathon er eisini eitt navn, ið er valt fyri at nýta eitt sindur av orðaspæli, tí vit vita jú at tað eitur syðsta, men at vera sunnur, og at tiltakið er sunnast í Føroyum, gjørdi at vit valdu heiti.