Væleydnaður aðalfundur og góð uppmøting

Hóskvøldið 24. mars var ársaðalfundurin í Hvistuni og nógv fólk høvdu leita sær á fund. Skráin fyri fundin var eftir ásetingunum, men eisini var ymiskt annað umrøtt.
Fleiri enn 20 fólk vóru møtt til aðalfundin, ið var hildin í Miðlatúni í Vági.
Fyrst greiddi formaðurin frá undanfarna árið og hóast bæði heimsfarsótt og annað, so hevur felagsskapurin verið sera virkin í 2021.
Eftir ein kaffimunn, vóru eisini tiltøkini ið Hvistan fyriskipar eftirmett, har nevnast kann føroyaleikir, Føroya Sunnasta 1/2marathon, Flaggdagsrenning oa.
Dimitar kom eisini framvið við guitarini og spældi ein sang.
Seinast á fundinum var dúgliga práta um túrin til Edinburgh í mai, har útvið 30 úr Hvistuni fara at ganga og renna 1/2marathon.