Bygma Sunnasta Hálvmarathon 2024

05 apr 2024

Leygardagin 29. juni verður Bygma Sunnasta Hálvmaraton fyri sjeyndi ferð. Tiltakið hevur verið eitt av størru afturvendandi ítróttartiltøkunum í Suðuroynni tey seinastu árini. Lesið meira og keypið billett.

Leygardagin 29. juni verður Bygma Sunnasta Hálvmaraton fyri sjeyndi ferð. Tiltakið hevur verið eitt av størru afturvendandi ítróttartiltøkunum í Suðuroynni tey seinastu árini. Teinur og tíð á árinum hava verið ymisk frá ár til ár.

Teinurin í ár verður tann sami, sum í fjør, har byrjað verður við minnisvarðan í Porkeri. Runni verður gjøgnum Vág, Lopra, út á Akrar, og heima aftur til Vágs, har mállinjan verður á Eiðinum í Vági við 21,16 km.

Eins og í fjør verður møguleiki at ganga/renna ein tein á 10 km, har øll tey luttakandi fylgjast nakað inn um SEV-verkið í Vági, og tey sum ætla sær 10 km, venda og halda leiðina vestur á Eiði til mállinjuna.

Byrjað verður kl. 12.00, tá gongufólk fara avstað og rennarar fara avstað kl. 13.00

Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 300,- (eingin t-shirt er íroknað) Íroknað prísin er bussur frá VB húsinum til startlinjuna í Porkeri, okkurt lætt til matna í VB húsinum eftir at teinurin er runnin, heiðursmerki. Seinasta freist at melda til tiltakið er hóskvøldið 27. juni 2024.

Møguleiki verður at keypa sær eina t-shirt á rennidegnum, men er tað avmarka nøgd og støddir.

Fyrireikarnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár sum undanfarin ár, nú Sunnasta Hálvmaraton er partur teimum Fimm hálvu í 2024.

Meiri kunning verður seinni á Facebook bólkinum “Hvistan” og “Føroya Sunnasta 1/2 marathon“ og verða øll biðin um at kunna seg um fráferð hjá bussum oa.