Áhugin fyri Hvistan - Ung veksur

03 mai 2019

Um páskirnar byrjaði Hvistan við venjingum fyri ung. Nú tvær vikur seinni, kann staðfestast at undirtøka hevur verið góð og vaksandi.

Vøllurin á Eiðinum í Vági var ídag eisini ein partur av venjingin hjá Hvistan - ung. Hetta er nýtt tiltak í annars sera virkna felagsskapinum Hvistan, sum við alt fleiri og fleiri limum og tiltøkum, hevur sett rørslu og frælsan ítrótt á skránna í Suðuroynni. 

Endamálið við Hvistan Ung er at fáa enn fleiri at íðka, men eisini at gera seg galdandi til kappingar, ið FÍF (frælsur ítróttur í Føroyum) skipar fyri á breyt, har kappast verður bæði á stuttum og longum teinum, umframt lopi og kasti. 


Tey ungu sum nú eru farin undir venjingar, eru eisini partur av øðrum ítróttargreinum, men við hesum so verður størri møguleiki fyri einum virknum gerandisdegi, eins og at tað kann gera tey ungu meira fjølbroytt. 
Ein venjing liggur samstundis, sum tey vaksnu venja mánakvøld kl. 19.00 og so liggur ein seinni hvørja viku, men sum enn ikki er løgd í fasta legu.

Spennandi verður at fylgja hesum ungum, og eru tey Hvistuni sera fegin um at undirtøkan hevur verið góð og framvegis veksur.