Royal Run, gisting, matur og annað :-)

26 mai 2019

Stóra Royal Run tiltakið, er nú komandi leygardag 1. juni. Í hesum sambandi hevur Hvistan tryggja sær hús, mat og undirhalda, hevur tú hug at vera við, í millum tey næstan 4000 ið eru tilmeldaði?

Royal Run er rættuliga stórt tiltak, og eru tað útvið 4000 ið hava meldað til. 
Vit í Hvistuni, hava fingið hús í Kunoy til okkara felagshøli, og her fara vit at eta, gista og eisini fáa undirhald. 

Ætlanin er at fólk koma til Kunoyar um 20.00 og tá fáa ein góðan bita, ið vælumtóktu kókikonurnar í Kunoy, hava gjørt klárt til okkara. 
Tá ið kaffi verður borið á borði, verður so nakað av tónleiki og undirhaldi.

Leygarmorgunin verður morgunmatur (øll spjaða til) og so liggur leiðin til Klaksvíkar, har runnið verður, áðrenn vit fara í vælverudepilin í Svimjihøllini. 

Kostnaður fyri hvønn, har írokna er gisting, matur fríggjakvøld og undirhald og vælveruvitjan er fyri hvønn: 400kr
Tilmelding fer fram, við at viðmerkja undir greinini á facebook vanganum hjá Hvistuni. 

Meira kunning um sjálva Royal Run skránna, ferðsluupplýsingar og annað, sæst her: Royal Run Klaksvík - kunning