Hugnaløta og heiðursmerkja handan fyri ungum Hvistum

17 jun 2019

Nýggja átakið hjá Hvistuni, Hvistan Ung hevur eydnast sera væl, og í kvøld var hugnaløta og eisini heiðursmerkja handan.

Hvistan hevði í góðveðrinum í kvøld boðið til rennitúr, men eisini til hugnaløtu har okkurt serligt var á skránnið. 
Tað var í sambandi við, at fleiri ungar Hvistur hava luttikið í kappingum á breyt, at tað í kvøld var gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanligt.

Tá ið hvisturnar vóru komnar aftur í Marghøllina í kvøld, var boðið til frukt, kaffi, kaku og vatn í felagshølinum í Marghøllin. Formaðurin í Hvistuni, Finn Johannessen segði nøkur orð, um hvussu gleðiligt tað hevur verið, at nú á fyrsta sinni at umboð úr Hvistuni, høvdu luttikið á hesum kappingum, og eisini staðið seg væl. 

Eftir tað var heiðursmerkja handan á skránni, og so sjálvandi nakrar myndir tiknar eisini. 

Nú verður so eftirmett, og ætlandi er at hetta tiltakið við at hava ungar hvistur luttakandi til kappingar, kann halda áfram soleiðis at tey kunnu luttaka í FM kappingini, ið verður seinni í summar. 

Tær ungu hvisturnar, ið hava luttikið á breyt í ár eru: 
Birgith Thomsen, Angela Birgirsdóttir, Rói Johannessen, Ingi Eyðtórsson, Elsebeth Magnussen, Leona Djurhuus, Páll Johannessen, Helgi Johannessen