Gott veður til Føroya Sunnasta 1/2marathon

17 sep 2019

Nú vit veruliga telja niður til Føroya Sunnasta 1/2marathon, so eru fyrireikingarnar í hásæti og heimasíðan kemur komandi dagarnar, at leggja ymiskt tilfar út :-)

Nakað av tí, ein eigur at leggja sær í geyma er, at um ein ynskir at luttaka í ársins Føroya Sunnasta 1/2marathon, so má ein koma suður fríggjadag, tí avloysaraskipið fyri Smyril byrjar siglingina leygarmorgunin, og er ferðætlanin nakað øðrvísi, enn vit kenna frá Smyrli (sí meira á síðuni her, ella www.ssl.fo)

Eins og undanfarin ár, so ynskja vit at fyriskipa eitt gott og hugnaligt tiltak, har vøkur náttúra, tónleikur, upplivingar, felagsskapur og góður matur er á skránni. Skráin er løgd, men verður endaliga avduka mikukvøldið.
Nakað vit fara leggja áherðslu á er, at njóta túrin, felagsskapin saman við øðrum og uppliva veruliga hvussu vakurt, annarleiðs og fjølbroytt teinurin er :-) 


Á málinum verður umframt tónleik og heiðursmerkir, eisini møguleiki at seta seg í heitan pott, loypa ein túr á Vatnið í Vági ella á sjógv vesturi á Kleivini, áðrenn ein kanska fer ein túr í sauna :-)