Gamlarársmorgun vóru útvið 50 møtt til árligu kirkjurenningina hjá Hvistuni

31 des 2019

Tiltakið við kirkjurenning byrjaði í 2010, so hetta er 9.ferð at tiltakið hevur verið á skrá, og hóast rættuliga ymiskt veður, so hevur hetta tiltakið fingið sítt fasta pláss í rúgvumiklu skránni fyri nýggjárshaldið í Vági seinastu árini.

Tá ið klokkan nærkast 10.00 møtast fólk við Vágs Kirkju, har ein prátar og skrivar í gestabókina í liggur í forkirkjuni, og so samlast øll uttanfyri dyrnar, og felagsmynd verður tikin, áðrenn vælumtókta og góða ørindini hjá Mikkjal á Ryggi: Fáðir fylg mær henda dag, verður sungi, áðrenn leiðin liggur til Porkeris.

So leggur fylgi leiðina úti gjøgnum Vágsbygd, samstundis sum práta verður.
Uppmøtinginin til hetta tiltakið hevur verið sera góð seinastu árini, og eina árið, vóru út móti 70 luttakarar, men eisini hava verið ár, har bert heilt fáir luttakarar hava verið, orsakað av ringum veðrið ella hálku.


Teinurin ið runnin verður er 4km frá Kirkjuni í Vági og til Kirkjuna í Porkeri, og er teinurin tískil í alt 8 km, og gera luttakarar sjálvir av, um teir renna, ganga, trilla ella súkkla túrin, og ofta eru luttakarar í øllum hesum bólkum.
Tá ið komi er til Porkeris, verur fari inn til Porkeris Kirkju, har vent verður við kirkjudyrnar, áðrenn so leiðin liggur inn aftur til Vágs.

Tá ið øll eru komin á mál, og eru flestu komin um 11 tíðina, so bjóðar nýggjársnevndin í Vági til stórt morgumatar- og kaffiborð, har øll bygdarfólk, gestir, rennarar og onnur eru boðin til, og plága flestu at koma við til hetta frálíka borðhald, og fáa eitt gott prát omaná ein góðan gongu-, renni- ella trillitúr.


Myndarøð er frá ársins kirkjurenning :-)