VK-7 í Vági sunnudagin...

04 mar 2020

Vágur er karmur um vetrarkappingina, ið FÍF fyriskipar saman við Hvistuni, hetta vikuskifti. Teinurin ið runnin verður, er av Vágseiði út á Nes, niðan móti bóndagarðinum, omanaftur á høvðusvegin og vestur á Vágseiði, einir 8,8km til longdar. Børnini renna 2km.

Sunnudagin 8. mars er Hvistan vertur um VK-7 og verður runnið í Vági.
Kappingin verður skotin ígongd kl. 14.00 og væntandi eru allar flestu rennararnir komnir á mál beint eftir kl. 15.00

Hvistan hevur skipað fyri at luttakararnir kunnu skifta í VB-húsinum og ein drekkamuður verður eftir kappingina, tá ið heiðursmerkini eisini verða handaði.

Ein kann melda til kappingina, og er tilmeldingin opin til leygardagin kl. 18.00 Tilmelding til VK-7 í Vági