Føroya Sunnasta 1/2marathon leygardagin 26. septembur

09 jul 2020

Aftur í ár, verður Føroya Sunnasta 1/2 marathon í Suðuroynni. Tiltakið byrjar í Trongisvági ella á Drelnesi, og endar á Vágseiði. Møguleiki er bæði at ganga og renna teinin...

Hvistan ið seinastu árini hevur fyriskipa tiltøk bæði fyri børn og vaksin, hevur seinastu 3 árini eisini fyriskipa 1/2marathon í Suðuroynni, har hugni, rørsla, felagsskapur hava eyðkent tiltakið. 
Nú vit hava havt ásetingar um fjarstøðu og annað, so hava vit ikki heldur melda út um tiltakið, men nú er tíðin búgvin til tess. 

Leygardagin 26. septembur bjóðar Hvistan til 1/2marathon í Suðuronni, har luttakararnir bæði kunnu renna og ganga, og verður tað skipa soleiðis at gongufólkini fara fyrst avstað, og nakað seinni rennararnir.

Tá ið komið er á mál í Vági, er matur og hugni á skránni, umframt at møguleikin er fyri at fara í Pálshøll, ella fara út at eta, hvat einum nú lýstir.

Hvistan fer at gera sítt til eitt væleydna tiltak, so vælkomin til Suðuroyar vikuskifti 25. - 27. septembur til Føroya Sunnasta 1/2marathon. 

TILMELDING Føroya Sunnasta 1/2marathon - ið er er sama leinkja fyri bæði gongufólk og rennarar.