Myndir frá 15ára hátíðarhaldinum hjá Hvistuni

04 okt 2020

Bæði á Tvøroyri og í Vági varð skipa fyri túrum og eisini hugna, nú felagið rundaði tey 15árini. Eini 40 fólk vóru møtt í Vági og út móti teimum 20 á Tvøroyri. Umframt heilsutúr, var eisini vatn frá Kirvi, snotulig køka og gott kaffi...

Hvistan hevði lýst við tiltøkum at byrja kl. 11.00 í Vági og kl. 13.00 á Tvøroyri, og fyrstu løtuna var tiltakið skipa sum heilsutúrur, og seinni parturin sum samvera og hugni.
Hvistuformaðurin nýtti eisini møguleikan til at kunna um, at komandi tíðinina koma onkur heilt serlig limatilboð, og eisini ágóðar, sum hvør einstakur kann gera nýtslu av, umframt at práta bleiv um at skipa eina venjing um vikuna við styrki og øðrum.
Hugaligt var at síggja góðu uppmøtingina, eins og at fólk bæði runnu, gingu, trillaðu osv.