Væleydnað nissurenning 2020

12 des 2020

Í dag var árliga nissurenningin hjá Hvistuni. Hetta tiltakið sum hevur nøkur ár á baki, er ætla sum hugnalig løta, saman um rørslu og prát. Samstundis var eisini drigið um góðar vinningar, millum øll sum hava luttikið í heilsutúrunum 2020.

Hvistan hevur fyriskipað rættuliga nógv tiltøk hendan veturin, og tað seinasta í røðini var ídag. Árliga nissurenningin sum eisini var endin á heilsutúrunum í 2020, endaði í Miðlatúni ídag. 
Miðlatún hevði fingið umboð fyri Blóðgevara felagið í Suðuroynni at koma at kunna um teirra virksemi, eins og gentukórið í Frelsunarherinum í Vági sang til tiltakið.
Hvistan skipaði fyri túrinum, sum hevur fylgt sama leisti í vetur, 15minuttir avstað og so 15minuttir heim aftur, í alt 30minuttir við rørslu. Og eisini í dag vóru nógvir luttakarar til tiltakið, sum var merkt at góðum práti, nógvum skemti og góðari rørslu í føroyska vetrarveðrinum.

Seinasta á degnum sang gentukórið hjá Frelsunarherinum undir leiðslu av Karinu Magnussen, áðrenn Arni og Petry stóðu fyri at finna vinnararnar av teimum mongu vinningunum.