Kirkjurenningin 2020 - Covid19 ávirkan

31 des 2020

Eins og undanfarin ár, so var eisini skipað fyri Kirkjurenning millum kirkjurnar í Vági og Porkeri, gamlaársmorgun 2020.

Tað var í 2010 at byrja var við Kirkjurenning í Vági, og fyrstu árini vóru 4-10 luttakarar, men so kom veruligur áhugi fyri tiltakinum, og seinastu árini hava millum 40-70 luttakarar runnið, gingið, trilla ella súkkla teinin úr Vági til kirkjuna í Porkeri og aftur til kirkjuna í Vági, ið er góðar 8km.

Tað var høgætt, so veðrið hendan seinasta dagin í árinum, til ein góðan morguntúr var framúr gott. Kalt, stilt og frálíkt renniveður.

Seinastu árini hevur nýggjársnevndin í Vági boðið til morgunmat, eftir at kirkjurenningin er av, men orsakað av Covid19 er hetta ikki á skránni, samstundis sum at úti við Vágs Kirkju, vóru keylir settar upp, soleiðis at fólk hildu frástøðu.

Kirkjurenningin var samstundis seinasta tiltakið hjá Hvistuni í 2020, ein øðrvísi ár, men sum eisini var árið tá ið Hvistan rundaði tey 15árini, fyrr í heyst og sum hevur verið hátíðarhildið við fleiri heilsutúrum, føðingardagsátøkum og annað.