10. juli 2021 verður Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon

16 apr 2021

Nevndin í Hvistuni hevur valt at leggja Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon leygardagin 10. juli 2021. Hetta sama vikuskifti skipar ÍSF og sambondini undir ÍSF fyri "føroyskum oyggjaleikum", og tí hóskar 1/2marathon teinurin seg væl til júst hetta vikuskifti.

Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon, í Suðuroynni leygardagin 10. juli.
Í samband við, at "Føroyskir oyggjaleikir" verða fyriskipaðir í Føroyum 8.-11. juli, er Vágur karmurin fyri fleiri kappingar innan ymsar ítróttargreinar.

Hvistan hevur undanfarnu árini skipað fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon í september, men í ár verður hetta tiltakið flutt til Juli. Tá verður skipað fyri einari nýggjari rutu, sum ger teinin lættari.

Í ár verður rutan eitt vet øðrvísi, enn undanfarnu árini, sum er ein roynd til nýggja rutu. Byrjað verur á vegnum, ið gongur oman móti Porkeri, og renna móti Vági. Síðan gongur leiðin til Lopra og Akrar, og enda við at renna runt um Vatnið ávegis móti høllini, har málið er.

Luttakararnir møta við ítróttarhøllina á Eiðinum í Vági, har møguleiki er at skifta. Síðan koyra bussar til Porkeris, har rutan byrjar.

Eftir sjálvt 1/2marathon ætla vit at skipa fyri einari hugnaløtu við tónleiki og onkrum ábiti. Meira kunning um ætlanina kemur seinni.

Tilmeldingin er byrjað, og seinasti møguleiki at melda til og ogna sær sína t-shirts, er 20. juni 2021. Tilmeldingin fer fram á hesi LEINKJUNI.