Morgunmatur, Guðstænasta og túrur...
Flaggdagurin er eins og undanfarin ár 25. apríl, men í ár liggur flaggdagurin á einum sunnudegi. Hvistan hevur tí tikið avgerð, um at bjóða limunum til morgunmatartiltak (møguleiki er sjálvandi at tekna seg sum lim hendan morgunin), áðrenn leiðin liggur til Øravík og síðani Fámjin.
Seinastu mongu árini hevur Hvistan luttikið sum ein partur av flaggdagshaldinum í Fámjin, har túrar hava verið fyriskipaðir úr Øravík og til Fámjin. Onkuntíð hevur tað verið eftir bygdagøtuni og aðra tíðir eftir vegnum.
Nú flaggdagurin fellur á ein sunnudag, hevur Hvistan tikið avgerð um at bjóða limunum til morgunmat sunnumorgunin, á Hotel Bakkin í Vági, áðrenn leiðin liggur til Øravíkar. Morgunmaturin byrjar kl. 09.00 til 10.35.
Í Øravík er stutt guðstænasta, fyri øll áhugaði, ið byrjar kl. 10.45 og er liðug kl. 11.30 tá ið so túrurin til Fámjin byrjar.
Túrurin til Fámjin verður eins og undanfarin ár skipaður, sum fólk sjálvi hava hug til, og merkir tað at um ein hevur hug at renna, súkkla, trilla ella ganga, ja so letur hetta seg gera í júst tí fer ein sjálvur ynskir, soleiðis at øll hava møguleiki at koma við og gjøgnumføra.
Tá ið komið er til Fámjin er møguleiki fyri at skifta og fara í brús, eins og ein kann hvíla eina løtu áðrenn almenna flaggdagshaldið byrjar kl. 14.30, har løgtingslimur og borgarstjórin Kristin Michelsen heldur røðu.
Tilmelding til morgunmatin er neyðug, og er seinasta freist at melda til leygardagin 24. apríl kl. 18.00. (skriva til onkran í nevndini "Petry, Arni, Mai-Britt ella Finn" um tit koma).