Nýggjur Hvalbiartunnil og vit eru við!

05 mai 2021

Leygardagin 8. mai letur nýggi Hvalbiartunnilin upp, og sum partur av hátíðarhaldinum ber til at ganga ella renna gjøgnum tunnilin.

Hátíðarhald verður í samband við at Hvalbiartunnilin verður tikin í nýtslu leygardagin 8. mai.

Landsverk stendur fyri hátíðarhaldinum og møguleiki verður hjá gongu og rennu fólk at fara ígjøgnum tunnilin sum er 2,2 km langur beint eftir at hátíðarhaldið.
Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilsmunnan áðrenn hátíðarhaldið, og bussar koyra fólk aftur til Hvalbiar eftir at gingið og runnið er ígjøgnum tunnilin. Okkurt leskandi verður eisini fáa, tá fólk eri komi ígjøgnum tunnilin.

Hvistan sum er rørsulfelagið í Suðuroynni verður við, og kunnu tey sum ætlað sær at ganga ella renna gjøgnum tunnilin stilla seg við reyðu fløggini sum hava frámerkið Hvistan. Síggjast fjølment í Hvalba.