Hvistan nýggja forkvinnu og nevndin skipað seg
Í vikuni var nevndarfundur í Hvistuni, og á skránni var millum annað val av formanni. Finn Johannessen hevði undan aðalfundinum boða frá, at hann trekti seg sum formann. Nývald forkvinna í Hvistuni er Petry Joensen.
Hvistan hevði aðalfund fyri góðum tveimum vikum síðani. Á fundinum var ársfrágreiðing umframt kunning um spennandi ætlanir, ið nevndin í Hvistuni hevur arbeitt við.
Eisini var val til nevnd, og blivu øll afturvald og tí er nevndin soleiðis mannað (í bókstavarað):
Arni D. Brattaberg
Finn Johannessen
Mai-Britt Winter
Petry Joensen
Í vikuni var so nevndarfundur har nevndin skipaði seg. Nýggj forkvinna er Petry Joensen, skrivari er Arni D. Brattaberg, Peningarøkil Mai-Britt Winter og miðlafólk er Finn Johannessen.
Hvistan ynskir at takka Petry fyri, at hon vildi standa á odda fyri okkara felagsskapi, og ynskja henni blíðan byr sum forkvinna.
Fyrireikingar eru annars ígongd til stóra Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið verður 10. juli í ár. Meira kunning um tiltakið sæst á facebookvanganum: Føroya Sunnasta 1/2marathon.