Føroyaleikir 8. - 11. juli 2021

22 mai 2021

Ítróttarsamband Føroya hevur, saman við sersambondunum, valt at skipa fyri Føroyaleikum í døgunum 8. - 11. juli 2021, nú Covid-19 hevur forða fyri at oyggjaleikir kunnu haldast. Eisini Hvistan luttekur við í Føroyaleikunum...

Tá ið Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) tók avgerð um at skipa fyri Føroyaleikunum, so var nevndin í Hvistuni skjót at stuðla undir hetta frálíka hugskot, og er ætlanin at Hvistan er við at fyriskipa í hvussu er tvey tiltøk hesar dagarnar.

ÍSF kemur komandi dagarnar at kunna meira um tiltøkini, sum í høvðusheitum verða hildin í Klaksvík, Runavík, Tórshavn og í Vági.

Vit í Hvistuni hava sett ein gongutúr á skránna hóskvøldið 8. juli og Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon verður leygardagin 11. juli á nýggjari rutu.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin suður til Suðuroyar til Føroyaleikirnar 8. - 11. juli 2021.

Tilmelding til Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon er HER!


Meira kunning um okkara 1/2marathon finnur tú her á síðuni, men eisini á facebookbólkinum: Føroya Sunnasta 1/2marathon