LIMATILBOÐ 2021 - lekkur Hvistujakki

Hvistan hevur seinastu árini bjóða limunum okkurt serligt tilboð, og nú eru vit so klár við nýggjum lekrum hvistujakkum. Jakkarnir eru komnir og kunnu roynast í Miðlatúni í Vági næstu vikuna, umframt at vit eisini leggja leiðina norður til Stórá, soleiðis at flest allir limirnir kunnu koma at royna hesar.
Jakkarnir fáast bæði í damu- og harrasniðum og í fleiri støddum.
Prísur fyri limir er hesin:
Hvistujakkar av merkinum Craft: 700kr.
IKKI limir kunnu ogna sær jakkan fyri 899kr.
Men, men, men tey sum ikki eru limir, hava møguleika at tekna seg sum lim í Hvistuni og so fáa limatilboðið. Leinkjan til limagjaldið er HER!
Eisini ber til at rinda inn á konto 9870 408.212.6 og er limagjaldið einans 200kr um árið (galdandi fyri almanakka ár).