Væleydna Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon 2021

16 jul 2021

Leygardagin 10. juli 2021 var Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon á skránni hjá okkum í Hvistuni, og einir 180 luttakarar gingu og runnu teinin úr Porkeri til Vágs, Lopra og Akrar og aftur til Vágs

Føroyaleikir vóru á skrá í ár, hetta er nýtt átak sum Ítróttarsamband Føroya hevur tikið stig til. Orsøkin til hetta átakið er at eingir oyggjaleikir eru, orsakað av Covid19 og tí máttu ítróttarfólkini ikki snýtast fyri kappingar, hugna, samveru og nógvan ítrótt, og tað bleiv so til Føroyaleikirnar.


Vit í Hvistuni valdu tí at knýt okkum at hesum tiltakinum, og tað gjørdu vit so við hagatúri hóskvøld og 1/2marathon tiltakið leygardagin 10. juli.
Veðrið var heilt gott, og teinurin á 21,1km var runnin og gingin á nýggjari rutu, sum í ár var úr Porkeri til Vágs, inn til Lopra og út á Akrar og so aftur til Vágs, har málið var vesturi á Eiðinum í Vági.