Hvistulimir gera túr til Edinburgh
Edinburgh Running Festival verður í døgunum 28.-29. Mai 2022, har møguleiki er at renna ymiskar teinar og út móti 30 hvistulimir hava meldað til.
Annaðhvørt ár skipar Hvistan vanliga fyri uttalandstúri og í ár er Edinburgh á skránni. Longu nú er greitt at útvið 30 hvistur ætla sær at luttaka.