Ofta spurt

Skifti- og brúsurúm:

Í Vági eru skiftirúm og brúsuhentleikar vesturi í Vágshøll. Tað er eisini her at málið fyri 1/2marathon tiltakið er.

Bussar:

Í sambandi við at byrja verður í Porkeri og fyri at lætta um parkering og koyring, so koyrir bussur frá "málinum" har skift verður og til Porkeris. Bussar koyra bæði til byrjan hjá gongufólkunum og rennarunum. Meira sæt í skránni.

Vatnpostar:

Á rutuni eru ymisk støð, har møguleiki er fyri at fáa ein vatnsopa, okkurt søtt og frukt.
Tveir slíkir postar eru úr Porkeri til Vágs. 
Tveir eru úr Vági til Akrar.
Tá ið komið á mál er eisini vatn at fáa.

Á málinum:

  • Heiðursmerkið
  • Frukt
  • Vatn
  • Kaka
  • Salat og breyð

Annað:

Onnur tiltøk og annað í samband við Føroyaleikirnar 2022 og tiltøk annars í Vági eru enn ikki løgd í skipa skrá, men koma út á síðuna tá ið vit nærkast.

Vit hava tvær fráferðir:
Fyrra fráferðin úr Porkeri er ætla teimum sum ganga, ella har tað í stóran mun er gongd. 
Seinna fráferðin er fyri rennarar.
Orsøkin til at vit skipa tað soleiðis er fyri at flestu koma á mál nøkunlunda um somu tíð. So klárar tú at renna, um enn ikki við høgari ferð, so byrjar tú til seinnu fráferðina :-)