Ofta spurt

Er buss samband úr Vági leygarmorgunin:
 *) Bussur fer kl. 08.45 av Vágseiði við gongufólkum
 *) Bussur fer kl. 09.30 av Vágseiði við rennarum

Ber til at skifta í VB-húsinum:
 *) Skiftast kann í VB-húsinum, vit skelta við skiftirúmum til kvinnur og menn.

Verða skiftiklæðini koyrd til VB-húsið:
 *) Ja, alt ið verður latið eftir í SALT, verður tikið við til Vágs.

Heintan av bringutølum:
 *) Bringutøl kunnu heintast fríggjakvøldið í ...
 *) Eisini kunnu bringutøl heintast frá kl. 08.30 leygarmorgunin í SALT
    (gongufólkini fyrst og síðani rennarar aftaná kl. 10.00 - um tað er bíðirøð).

Eru vatn og frukt á leiðin?
 *) Vatn er í Bønhúsinum í Øravík,
 *) Frukt og vatn við Kirkjuna í Hovi,
 *) Vatn í Porkeri,
 *) Vatn og okkurt søtt við VILT-húsið í Vági og hjá Jugga í Vági.

Er leiðin hin sama, sum í fjør?
 *) Leiðin er sama sum í fjør, tó verður farið vestur móti Vatninum og suður um, áðrenn komi verður á mál við Vágshøll.

Eru Bønhúsið í Øravík og Kirkjan í Hovi opin?
 *) Eins og í fjør, ætla vit at ein kann leggja leiðina inn í Bønhúsið í Øravík og Kirkjuna í Hovi, ein frálíkur møguleiki at  
     síggja hesi hús, og kanska geva eina tøkk fyri góða heilsu :-)

Hvussu verður veðrið?
Vit vita ikki hvussu veðrið verður, men óansæð veðrið, so gera vit okkara til, at tit fáa ein frálíkan dag.

Hvat er í VB-húsinum:
 *) Í VB-húsinum verður Skechers umboða, og ein kann royna og keypa gangi og renniskógvar.
    Eisini verður okkurt ábit (vit tilskila okkum, at deila tað soleiðis at tað er okkurt til øll :-) )

Er busssambnd aftur til Smyril, eftir túrin?
 *) Skipa verður fyri túri til Smyril eftir renningina.

Fáa øll t-shirts?
 *) Tey ið bíløgdu áðrenn evstamark, fáa T-shirts, og fleiri enn tær t-shirtirnar eru ikki, og tað koma ikki fleiri.

Hvar finni eg skránna og yvirlit yvir leiðina?
 *) Endalig skrá og mynd yvir leiðina, kemur út á vangan hósdagin.

Eru hjalparfólk á leiðini?
 *) Bjargingarfelagið í Suðuroynni er við, umframt onnur hjálparfólk, ið standa við vatn og frukt støðini, umframt eisini vísa
    tvørtur um vegin ymsastaðni.

Heiðursmerki, atgongd og annað:
 *) Tey ið hava luttikið á ársins Føroya Sunnasta 1/2marathon fáa heiðursmerki, og við at vísa hetta, fæst ókeypis kaffi í    
     Báruni og atgongd til Pálshøll.

EN: Q & A
We'll try to answear questions regarding our 1/2marathon, abowe you'll find the answears in faroese, but we'll try to have them in english later...

On thursday we'll also post the program and pictures of the route from SALT to Vágshøll (21,1km)
If there is something, leaves us a message, and we'll get back to you as soon as possbile.