Teinurin / Course

Teinurin ið runnin verður, verður lýstur niðanfyri og sæst eisini á myndini:
- Byrja verður í SALT, á Drelnesi
- Runnið og gingið verður av SALT móti Øravík, har Bønhúsið er opið.
- Síðani verður farið gjøgnum Hovstunnilin til Hov, umvegis ovara vegin við omankoyringina til Skúladepilin, oman gjøgnum Hov til Kirkjuna og so móti aftur Skúladeplinum eftir niðara vegnum í Hovi.
- So er brekkan niðan móti "Skørunum" (omanfyri Porkeri), áðrenn ein leggur leiðina eftir gamla vegnum inn í Porkeri.
- Úr Porkeri verður fari niðan aftur á landsvegin, niðan frá Kirkjuni og inn móti Vági.
- Runnið verður gjøgnum Vág, suður um Vatnið og so á mál við VB-Húsið og Vágshøll.
- Málið er millum Vatnið og Vágshøll.
